- Tíðindi, mentan og ítróttur
Foreldur fáa fýra milliónir meira frá landinum
Foreldur fáa fýra milliónir meira frá landinum
Barnaískoytið hækkar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015
01.10.2014 - 07:28
Stakir uppihaldarar fáa 4.012 krónur meira fyri hvørt barnið næsta ár, um løgtingið samtykkir fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum.
Barnaískoytið er nú 6.588 kr. um árið. Tað fer upp í 10.000 kr. Hækkingin kostar landskassanum fýra milliónir næsta ár. Játtanin fer úr átta upp í 12 mió. kr.
Í álitinum um eitt føroyskt fátækramark, sum kom fyrr í ár, varð víst á, at í Føroyum er ein bólkur fram um øll onnur, sum eru fátøk, og í tí bólkinum eru stakir uppihaldarar.
Og teir fýra andstøðuflokkarnir hava eisini uppskot um at hækka barnaískoytið upp í 10.000 kr. um árið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV