Børn kunnu nú klaga um skúla og aðrar myndugleikar

Børn kunnu nú klaga um skúla og aðrar myndugleikar
Løgtingsins umboðsmaður skal tryggja, at Føroyar halda barnarættindasáttmálan hjá ST
Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður, tekur frá í dag eisini móti klagum frá børnum.
 
01.10.2014 - 07:50

Nú kunnu børn eisini kæra til Løgtingsins umboðsmann.

Frá í dag fer Løgtingsins umboðsmaður at hava eftirlit við, at Føroyar halda barnarættindasáttmálan hjá ST.

Børn kunnu til dømis kæra til umboðsmannin, um skúlin ella annar myndugleiki ikki vil hjálpa teimum. 

Tey kunnu eisini kæra, um skúlin ella ein annar myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum tey ikki taka undir við, ella um tey halda, at tey eru skeivt viðfarin. 

Í barnarættindasáttmálanum stendur, at ein óheftur stovnur skal tryggja rættindini hjá børnum. 

Løgtingið hevur samtykt, at í Føroyum er Løgtingsins umboðsmaður hesin óhefti stovnurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209