- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broytingar í útbreiðsluni av makreli kannast
Í næstseinastu viku hevði ICES árligu ráðstevnu sína í norðurspanska býnum A Coruña, har nýggj granskingarúrslit vórðu løgd fram.
Havstovan var umboðað á ráðstevnuni, har m.a. Anna Ólavsdóttir, granskari á Havstovuni, greiddi frá um útbreiðsluna av makreli vestureftir síðani 2007, og hvussu sjóvarhiti, æti og stødd á gýtingarstovninum kunnu hava ávirkað hesa broytingina í ferðingarmynstrinum hjá makreli.
Kanningarnar eru skipaðar sum yvirlitstrolingar, og fevna um eitt sera vítt øki, frá Noregi og vestur til Eysturgrønland og frá økjunum sunnan fyri Føroyar norður móti Svalbard.
Norðurlendskt samstarv
Kanningarnar verða gjørdar í samstarvi við norsku og íslendsku havstovurnar.
Nøgdin av makreli verður borin saman við hvussu nógv æti er í sjónum og við hitan í sjónum, fyri at vita, um tað er hitin ella føðin, ella kanska bæði, sum eru avgerandi fyri, hvar makrelurin ferðast.
Tilfarið, ið kanningin byggir á, er frá yvirlitstrolingunum eftir makreli seinastu sumrarnar, meðan kanningin, sum greitt varð frá á ráðstevnuni, er partur av granskingarprogrammi, ið er fíggjað av donsku stjórnini um havfrøði, æti og uppsjóvarfisk í Norðuratlantshavi.
Granskingarúrslitini verða nærri lýst í einari vísindaligari grein komandi ár.