Viðareiðistunnilin: Arbeiðið steðgað

Viðareiðistunnilin: Arbeiðið steðgað
Orsøkin er, at nógvur leysur eyrur er í skráninginum, har teir arbeiða, og vandi er fyri, at grót ríður oman
 
29.09.2014 - 09:28

Í arbeiðinum við vegagerðini er komið fram á meiri eyr, enn væntað, skrivar Landsverk. Serkøn innan økið kanna nú trupulleikan. Spakin var settur í at gera Viðareiðistunnilin síðst í juni í ár. 

Høvuðsorsøkin til at fara undir verkætlanina var trupulleikar standast av grót- og skriðulopum á verðandi farleið, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. Viðareiðistunnilin verður 1.950 m langur og fer úr Hvannasundi til Middals.

Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til Viðareiðis verður gjørdur. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209