- Tíðindi, mentan og ítróttur
10. flokkur hevur støðuga tilgongd
Í skúlaárinum, sum júst er byrjað, ganga 478 næmingar í 10. flokki. Men skuldu allir næmingarnir, sum gingu í 9. flokki farna skúlaár, farið í 10. flokk, hevði talið verið 704.
Tað vil siga, at 68 prosent av næmingunum fara í 10. flokk, og tað má metast at vera rímiliga høgt, tá ið hugsað verður um, at nógvir næmingar fara beinleiðis úr 9. flokki í miðnám og nógvir fara uttanlands á eftirskúla, skrivar Skúlablaðið.
13 tíggjundaflokkar
Kring landið eru 13 skúlar, sum hava 10. flokk. Sjey skúlar hava 20 næmingar og færri í 10. flokki. Nógvir teirra samstarva um næmingarnar, og í Havn eru allir næmingarnir savnaðir í einum skúla, Nám X, sum hevur 190 næmingar.
Tað er 40 prosent av øllum 10. floks næmingunum í landinum.