Tjóðbankin ávarar móti framburðinum í Føroyum

Tjóðbankin ávarar móti framburðinum í Føroyum
Landsstýrið má ikki seta ov stórt álit á uppsjóvarvinnuna og alingina, sigur Tjóðbankin í nýggjaru greining
Tjóðbankin mælir landsstýrinum til at ansa eftir og gera neyðug tiltøk, so lánførið ikki versnar og rentan hækkar.
 
24.09.2014 - 08:02

Framburðurin í føroyska búskapinum kann koma Føroyum aftur um brekku, um landsstýrið ikki fremur neyðug tiltøk fyri at tryggja varandi góðan fíggjarstand.

Føroyar hava eins og onnur lond í Vesturheiminum eina stóra fíggjarliga avbjóðing, tí fleiri og fleiri eldri fólk vera í framtíðini og færri løntakarar fyri hvønn fólkapensjónist.

Ein óhollur fíggjarpolitikkur kann enda við, at kredittvirði, lánførið, versnar og rentan hækkar.

Tað er metingin hjá danska Tjóðbankanum um Føroyar fyri triðja ársfjórðingin 2014.

Arbeiða uttanlands

Nógvir føroyingar búgva í Føroyum men arbeiða uttanlands. Nú tað gongur betur í Føroyum kann trot gerast á arbeiðsmegi. 

Men gongdin er trupul at venda, tí føroyingar fáa betri løn uttanlands. Landsstýrið kann minka skattafyrimunirnar hjá teimum, sum arbeiða uttanlands, fyri at minka vandan fyri ovhiting í búskapinum og geva størri skattainntøkur í Føroyum.

Yvirskot valdast

Tjóðbankin útilokar ikki, at til ber at fáa hallið í fíggjarlógini burtur í 2016. Men yvirskot í 2016, tí uppsjóvarvinnan og alingin ganga so væl, er ikki tað sama sum at almenni fíggjarstandurin er góður. Tí eru onnur tiltøk neyðug.

Forskattaðu pensjónirnar geva nakað fyrstu árini, men tann inntøkan minkar sum frá líður, sigur Tjóðbankin í sínari greining.    
    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749