- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átta feløg av 17 lótu hagtøl fyri pengar
Tað skarst ikki betur enn væl hjá Almannamálaráðnum, sum vil hava hagtøl frá øllum teimum 17 feløgunum, sum fáa pengar frá Almannamálaráðnum.
Almannamálaráðið fekk frágreiðing frá átta feløgum.
Almannamálaráðið avgjørdi í fjør, at treytin fyri at fáa stuðul er, at feløgini lata ráðnum hagtøl um virksemi sítt, tað er hvussu nógvar áheitanir, tey fáa.
Hetta skuldi fyrstu ferð gerast seinna hálvár í fjør. Feløgini skuldu brúka oyðiblað, tey fingu frá Almannamálaráðnum.
Tøl frá átta feløgum
Teknmálstulkatænastan, MBF, Deyvahúsið, Javni, Kvinnuhúsið, KRIS, Sorgarbólkurin Berin og Landsfelag Pensjónista lótu Almannamálaráðnum hagtøl fyri seinnu helvt av 2013.
Síðani hevur Almannamálaráðið skrivað fýra sjálvstøðugar frágreiðingar um tølini hjá MBF, Deyvahúsinum, Kvinnuhúsinum og Sorgarbólkinum Beranum.
Hjá hinum vóru ov fáar skrásetingar, so ikki bar til at gera greiningar.
Sambært Almannamálaráðnum eru byrjanartrupulleikar, tí skipanin er nýggj. Almannamálaráðið ivast ikki í, at saman við feløgunum ber til at røkka á mál við at skráseta hagtøl, sum eru treytin fyri at fáa pengar frá Almannamálaráðnum.