- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skálafjarðarsamstarvið søkir eftir leiðara

Kommunurnar kring Skálafjørðin, sum fyrr í ár gjørdu samstarvsavtalu um eldraøkið, søkja nú eftir leiðara til økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum, - at byrja 1. desember.

Økistænastan fevnir m.a. um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli og ellisheim.

Ábyrgdarøki

Leiðarin skal taka sær av dagliga leiðsluarbeiðnum, og hevur fakligu, fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina og ábyrgdina av starvsfólkaviðurskiftum.

Leiðarin skal eisini tryggja framhald í yvirtøkugongdini, og verður fakligur ráðgevi og skrivari hjá stýrinum. Stýrið hevur evstu ábyrgd av Økistænastuni, og er mannað við umboðum úr bý-og bygdaráðunum hjá Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunum.

Eldraøkið fer til kommunurnar at umsita 1. januar, og økið hjá Runavíkar, Nes - og Sjóvar kommunu verður savnað í felags økistænastu.

Fakta um økistænastuna

Økistænastan verður staðsett í Runavíkar kommunu, við egnari fyrisiting, óheft av kommunalu fyrisitingunum.

163 starvsfólk eru í Skálafjarðar-økistænastuni, og tey arbeiða í 23 bygdum við 5.933 fólkum.

Evsta mark at søkja starvið er 13. oktober.