Skattaavtala við Hong Kong um gjøgnumskygni

Skattaavtala við Hong Kong um gjøgnumskygni
Norðurlond hava nú sáttmála við 44 lond um upplýsingaskyldu fyri at sleppa undan skattaskjóli
Norðurlond royna at fáa avtalur við lond, sum kunnu vera brúkt sum skattaskjól, fyri at fáa upplýsingar haðani
 
25.08.2014 - 13:17

Føroyar eru við, nú Norðurlondini hava gjørt sáttmála við Hong Kong um upplýsingaskyldu í skattamálum.

Sáttmálin varð undirskrivaður á íslendsku sendistovuni í París fríggjadagin. 

Sambært sáttmálanum skulu londini lata hvørjum øðrum upplýsingar um skattaviðurskifti hjá fyritøkum og einstaklingum. 

Sambært íslendska fíggjarmálráðnum eru Ísland, Danmark, Føroyar, Grønland, Noreg og Svøríki við í sáttmálanum, sum er gjørdur við Hong Kong.

Avtala við 44 lond

Síðani 2007 hevur ein bólkur hjá Norðurlendska ráðharraráðnum arbeitt við at fáa í lag sáttmálar við lond, sum hava lágan skatt og ikki áleggja bankum at upplýsa nakað sum helst um sínar kundar.

Fólk, sum vilja sleppa undan skattavaldinum í heimlandinum, brúka bankar í slíkum londum til at krógva sínar pengar.

Nú hava Norðurlondini gjørt avtalur við 44 lond um upplýsingaskyldu.

Sáttmálin, sum nú er gjørdur við Hong Kong, loyvir til dømis TAKS at biðja skattamyndugleikarnar í Hong Kong um upplýsingar um føroyskar fyritøkur og føroyingar. 

Allir slíkir sáttmálar sum tann millum Norðurlondini og Hong Kong skulu góðkennast og staðfestast í londunum, áðrenn teir koma í gildi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749