Myllurnar síggjast eisini væl í hagtølunum

Myllurnar síggjast eisini væl í hagtølunum
Nógv størri innflutningur av maskinum og amboðum í ár
Tær 13 myllurnar í Húsahaga oman fyri Havnina kostaðu 85 mió. kr.
 
21.08.2014 - 07:42

Vindmyllurnar hjá SEV síggjast ikki bara í landslagnum. Tær síggjast eisini í innflutningstølunum.

Størsti vøkstur í innflutninginum fyrra hálvárið var í bólkinum "maskinur og amboð". Og stóran part av tí vøkstrinum eiga vindmyllurnar, upplýsir Hagstovan.

Maskinur og amboð fyri 156 mió. kr. meira enn í fjør vórðu innflutt til 1.juli í ár. Vøksturin er 73 prosent. 

Nógv bygging

Nógva byggiarbeiðið ger eisini mun í hagtølunum. Innflutningurin av byggitilfari er 13 prosent størri. 

Men nú verða ikki so nógvir bilar innfluttir longur, vøksturin í tí innflutninginum er minkaður.

Innflutningurin fyrra hálvárið í ár er 86 milliónir, trý prosent, størri enn í fjør. Tá eru skip og flogfør tald við.  

Uttan skip og flogfør er innflutningurin hálva milliard minni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749