- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv færri fosturtøkur í Føroyum

Fosturtøkurnar í Føroyum eru nógv fækkaðar seinastu 20 árini, sambært tølum frá Hagstovuni.

Miðskeiðis í 1990-unum vórðu framdar millum 50 og 60 fosturtøkur um árið, men síðani er talið minkað niður ímóti 30, sum tað hevur ligið á síðani 2010. Í fjør vóru 23 fosturtøkur, og so fáar fosturtøkur hava ikki verið síðani síðani 1994.

Tølini eru smá, men rákið er greitt, stendur á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Myndin er tann sama, tá fosturtøkurnar verða roknaðar lutfalsliga samanborið við talið á livandi føddum børnum. Miðskeiðis í 1990-unum vóru tað umleið 80-90 fosturtøkur fyri hvørji 1000 livandi fødd børn, men seinastu árini er hetta talið minkað niður móti 50, og í fjør vóru 23.

Nógv fæstar fosturtøkur í Føroyum

Samanborið við onnur Norðurlond eru nógv fæstar fosturtøkur í Føroyum, roknað fyri hvørji 1000 livandi fødd bøtn. Í Grønlandi er støðan øðrvísi. Har eru umleið líka nógvar forsturtøkur, sum børn verða fødd. Í hinum Norðurlondunum eru lutfalsliga 4-7 ferðir so nógvar fosturtøkur sum í Føroyum.

Føroyska fosturtøkulógin er tann lógin í Norðurlondum, sum avmarkar atgongdina hjá kvinnum til fosturtøku mest.