Skipanin við veiðiloyvum útholað

Skipanin við veiðiloyvum útholað
Skip, sum bert hava rætt at fiska í Kyrrahavinum, verða nú seld fyri at fiska makrel undir Føroyum
 
09.08.2014 - 13:05

Skipanin við veiðiloyvum, sum skal halda skil á, hvørji skip fiska hvar og nær, er ikki so greið, sum hon einaferð var. Nú hava skip, sum upprunaliga bert høvdu loyvi at fiska rossamakrel í Suðurkyrrahavinum, rættindi at fiska makrel undir Føroyum.

Hesi Kyrrahavsloyvini verða nú eisini keypt og seld bara við tí fyri eyga at fáa fatur á føroyska makrelinum, tí eingi føroysk skip hava verið í Kyrrahavinum síðan 2010, tá tey komu til Føroyar at fiska makrel.

Upprunaliga var hetta fyri at hjálpa føroyingum at gagnnýta stóru makrelkvotuna, tí ov fá skip vóru at fiska stóru nøgdirnar, og móttøkuorkan á landi var so lítil. Nú er støðan ein onnur, tí tað er nóg mikið til av skipum at fiska, og móttøkuorkan á landi er nøktandi.

Spurningurin er, um seinasta sølan av einum kyrrahavsloyvi frá Hósvík til Vágs ikki er við til at úthola skipanina við veiðiloyvum, tí við søluni verður eitt loyvi, sum bara gevur rætt at fiska í Kyrrahavinum, veksla við eitt makrelloyvi í Føroyum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur ikki at skipanin við veiðiloyvum er í vanda, hóast skip, sum bert hava rættindi í Kyrrahavinum, nú dúva upp á loyvi í føroyskum øki. Hann viðgongur tó, at tað kann vera trupult at taka loyvini aftur, tá tey einaferð eru givin, og verða givin ár um ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749