Kæra um Johan Dahl gevur nógv arbeiði

Kæra um Johan Dahl gevur nógv arbeiði
Landsstýrismálanevndin er farin at leggja arbeiðið til rættis
Sirið Stenber er forkvinna í landsstýrismálanevndini
 
07.08.2014 - 10:19

Tey trý løgtingsfólkini í Landsstýrismálanevndini fáa úr at gera, nú tey av álvara fara í holt við kæruna um Johan Dahl, landsstýrismann.

Tilfarið í málinum er rúgvismikið. Nevndin bað um og hevur fingið skjøl frá Vinnumálaráðnum og Johan Dahl, Strandfaraskipum landsins og Landsgrannskoðanini.

Allir fýra andstøðuflokkarnir kærdu fyrst í mai Johan Dahl, landsstýrismann, tí løgtingsgrannskoðararnir átalaðu hvassliga landsstýrismannin fyri mátan, hann handfór fíggjarligu viðurskiftini hjá Strandfaraskipum landsins í fjør. 

Landsstýrismálanevndin hevði fund í gjár fyri at leggja arbeiðið til rættis. Nógv skjøl eru í málinum, so tað verður ein løta at avgreiða kæruna.  

Talan er um eitt stórt, drúgvt arbeiði, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749