Fólkatingsfólk í Føroyanevnd koma til Føroya

Fólkatingsfólk í Føroyanevnd koma til Føroya
Skulu hitta politikarar, vinnulívsfólk og danir í Føroyum
Føroysku fólkatingsmenninir eru formansskapurin í Føroyanevndini
 
07.08.2014 - 07:07

Í næstu viku vitjar Føroyanevndin hjá fólkatinginum Føroyar.

Sambært skránni er talan um námsferð fyri at geva nevndarlimunum størri kunnleika um føroysk viðurskifti. 

Føroyanevndin kemur sunnukvøldið og fer av stað aftur seinnapartin hósdagin. 

Mánadagin vitjar nevndin alibrúkið hjá Luna í Sørvági og smoltstøðina við Fútaklett og eftir tað verður farið til Mykines. 

Mánakvøldið eru donsk embætisfólk í Føroyum og aðrir danir, sum búgva her, boðin at hitta nevndina.  

Politikkur og vinna

Týsdagin er politikkurin á skránni. Føroyanevndin skal hitta løgmann og Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.

Harafturat fær nevndin kunning um tiltakið "Vit velja Føroyar", korini hjá fjølmiðlunum og ferðavinnuna. 

Mikudagin vitjar Føroyanevndin Atlantic Supply Base í Runavík, Havsbrún, Pelagos og Bergfrost í Fuglafirði og eisini verður kunnað um oljuvinnuna í Føroyum.    

Og fyrrapartin hósdagin fer nevndin í ráðhúsið í Havn, skúlan við Løgmannabreyt og fimleikahøllina í Gundadali.

29 tingfólk eru í Føroyanevndini hjá fólkatinginum. Men øll koma ikki til Føroya. Í ferðalagnum vera 11 tingfólk umframt Sjúrð Skaale, sum er formaður í nevndini, og Edmund Joensen, sum er næstformaður. Harafturat koma trý starvsfólk hjá fólkatinginum. 

Føroyaferðin hjá Føroyanevndini er mett at kosta 261.000 kr.  

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749