Vinnunevndin viðger nú fiskidagarnar

Vinnunevndin viðger nú fiskidagarnar
Uppskotið skal avgreiðast fyri 18. august, tí nýggja fiskiárið byrjar 1. september
Alfred Olsen er formaður í Vinnunevndini, sum hevur fyrsta fundin um fiskidagarnar í morgin
 
06.08.2014 - 14:43

Vinnunevndin fer nú at viðgera uppskotið um fiskidagar, og fundur er ásettur fyrrapartin í morgin klokkan 10.15.

Løgtingið viðgjørdi í dag uppskotið frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, sum mælir til at hava somu fiskidagar næsta ár sum í ár. 

Tingfólk eru ójøvn á máli um fiskidagaskipanina. Onkur nevndi, at orðaskiftið um fiskidagarnar er at sammeta við 90 ára føðingardagin, sum verður sendur í sjónvarpinum hvønn nýggjársaftan, tí søgan endurtekur seg á hvørjum ári. Fiskifrøðin á Havstovuni mælir til skerjingar, men Fiskidaganevndin, sum umboðar vinnuna, mælir til óbroyttar dagar. Og so kemur landsstýrismaðurin í tingið við einum uppskoti.

Tekur undir við uppskotinum

Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, sum er formaður í Vinnunevndini, tekur undir við uppskotinum frá Jacob Vestergaard um óbroyttar fiskidagar. 

Bill Justinussen úr Miðflokkinum segði, at fiskidagaskipanin er kollsigld, og hann mælti til, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum einsamallur fær ábyrgdina av at áseta fiskidagar. Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum segði, at serfrøðin eigur at áseta dagarnar. 

Vinnunevndin fer væntandi at skriva álit í hesi vikuni, tí málið um fiskidagarnar skal avgreiðast fyri 18. august. Nýggja fiskiárið byrjar 1. september. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749