Viðgera fiskidagarnar í dag

Viðgera fiskidagarnar í dag
Ikki øll í samgonguni taka undir við uppskotinum hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um óbroytt fiskidagatal
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, mælir til óbroytt fiskidagatal
 
06.08.2014 - 07:52

Í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1.september.

Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum skal fiskidagatalið vera tað sama sum í verandi fiskiári.

Toskur og hýsa í undantaksstøðu

Fiskifrøðingar mæla annars til stórar skerjingar fyri at verja botnfiskastovnarnar, sum sambært fiskifrøðingunum eru sera illa fyri. Toskur og hýsa eru í undantaksstøðu, sigur Havstovan í sínum tilmæli til landsstýrismannin.

Ikki øll í samgonguni taka undir við uppskotinum hjá Jacob Vestergaard. Eivin Jacobsen í Sambandsflokkinum segði við Dag og Viku mánakvøldið, at hann tekur ikki undir við óbroyttum fiskidagatali.

Samgongan er ikki komin á mál enn við nýggjari fiskivinnuskipan, sum skal taka við 1.januar í 2018, tá galdandi veiðiloyvi hjá fiskiflotanum fara úr gildi. 

Eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum, sum byrjar klokkan hálvgum tíggju í dag, fer uppskotið um fiskidagarnar í Vinnunevndina. Ætlanin er, at Vinnunevndin skal vera liðug um eina viku, so onnur viðgerð fær verið mikudagin í næstu viku og tríðja viðgerð fríggjadagin. 

40 prosent eftir

Nú góðar tríggjar vikur eru eftir av fiskiárinum 2013-2014, eru meira enn 40 prosent eftir av fiskidøgunum sambært hagtølunum hjá Vørn. Næstan 5.000 dagar eru eftir hjá trolarum, línuskipum, stórum útróðrarbátum og trolbátum.

Hjá báðum bólkum hjá útróðrarbátum eru fleiri dagar eftir enn brúktir dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205