Meiri enn 40 prosent av fiskidøgunum eftir

Meiri enn 40 prosent av fiskidøgunum eftir
Tingið fer í morgin at viðgera fiskidagarnar næsta fiskiár
Næstan 5.000 dagar eru eftir hjá trolarum, línuskipum, stórum útróðrarbátum og trolbátum
Mynd: Nes kommuna  
 
05.08.2014 - 09:47

Nú góðar tríggjar vikur eru eftir av fiskiárinum eru meira enn 40 prosent eftir av fiskidøgunum sambært hagtølunum hjá Vørn.

Næstan 5.000 dagar eru eftir hjá trolarum, línuskipum, stórum útróðrarbátum og trolbátum.

Hjá báðum bólkum hjá útróðrarbátum eru fleiri dagar enn brúktir dagar.

Løgtingið fer i morgin at viðgera uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1.september.

Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum skal fiskidagatalið vera tað sama sum í verandi fiskiári, hóast fiskifrøðingar mæla til stórar skerjingar fyri at verja botnfiskastovnarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749