- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjallløn eigur at vera skattafrí
Seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, eiga ikki at vera skattskyldug inntøka hjá tí, sum fær seyðin.
Tað er seyðurin nú sambært skattalógini. Men í veruleikanum verða fjalllomb og røktingarlomb ikki skattað. Og tann siðvenjan skal nú staðfestast í skattalógini.
Í fyrsta umfari hevði tað givið almennu kassunum fleiri pengar, um fjalllomb og røktingarlomb verða skattað sum lógin sigur.
Men tá talan er um nógvar smáar upphæddir, hevði ein týðandi partur av inntøkuni farið til umsiting og eftirlit. Samstundis hevði hendan serliga seyðahaldsmentanin í Føroyum verið órógvað, heldur Fíggjarmálaráðið.
Lógin broytast
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, biður løgtingið broyta skattalógina, so eingin ivi verður um, at fjalllomb og røktingarlomb ikki skulu skattast.
Lombini, ella, sum tað stendur í lógaruppskotinum: seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, gerast nummar 30 í listanum í skattalógini við inntøkum, sum ikki eru skattskyldugar.
Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag eru hoyrd um lógarbroytingina. Feløgini eru fegin um broytingina, tí skattaspurningurin órógvar nógvar limir í feløgunum.
Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, sigur, at vanligt er, at eitt nú grannar ganga á fjall fyri hvønn annan, tað er lata ein arbeiðsdag fyri ein arbeiðsdag, og tá verða hvørki lamb ella ær givin í samsýning.