- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðmaður datt á Slættaratindi
Norðmaður datt á Slættaratindi
Maðurin fekk hol á høvdið, og tyrla varð boðsend
04.08.2014 - 09:00
Ein 74 ára gamal norðmaður fekk hol á høvdið, tá hann datt á veg niðan á Slættaratind í gjár.
Men hvørki óhepni maðurin ella tríggir aðrir útlendingar, sum vóru har, fingu sent boð eftir hjálp, tí tey høvdu onga telefon.
Tað høvdu tvey ung fólk, sum komu fram á tey.
Tey ringdu eftir hjálp klokkan knappliga 20 minuttir í eitt.
Landssjúkrahúsið fekk tyrlu at fara eftir skadda manninum, og klokkan tvey setti tyrlan seg við Landssjúkrahúsið, har sum skaddi norðmaðurin fekk viðgerð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV