- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her er skráin fyri avdúkingina av kópakonuni
Her er skráin fyri avdúkingina av kópakonuni
Standmyndin av kópakonuni kann gerast ein ímynd fyri Mikladal eins og tann lítla havfrúgvin er tað fyri Keypmannahavn, heldur mentanarleiðari
01.08.2014 - 08:52
Klokkan tvey seinnapartin fer Bjørn Kalsøe, landsstýrismaður í mentamálum, at avdúka nýggju standmyndina av kópakonuni í Mikladali.
Nógv verður gjørt burturúr, og longu nú klokkan 10 byrjaðu fyrstu tiltøkini.
Tað verður væntað, at 1500 fólk fara at vitja í Mikladali í dag í sambandi við avdúkingina av kópakonuni.
Standmyndin av kópakonuni kann gerast ein ímynd fyri Mikladal og Norðoyggjar, eins og tann lítla havfrúgvin er tað fyri Keypmannahavn, heldur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu.
Skráin fyri avdúkingina av kópakonuni:
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV