- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í dag er ólavsøkudagur
Í dag er ólavsøkudagur
Tingið verður sett klokkan eitt
29.07.2014 - 09:28
Klokkan eitt verður tingið sett, og nýggja løgtingsárið byrjar við ólavsøkurøðu løgmans, har hann tekur saman um farna árið, og kunnar løgtingið um lóggávu og tiltøk, sum landsstýrið ætlar at fremja.
Kaj Leo Holm Johannesen hevur longu sagt, at hann í ólavsøkurøðuni verður bjartskygdur um búskapar-støðuna her á landi.
Áðrenn løgtingið verður sett, verður skrúðgonga úr løgtinginum í Havnar kirkju við løgmanni, løgtingsformanninum og biskupi á odda.
Theodor Eli Dam Olsen prestur heldur ólavsøku-gudstænastuna, og tá hon er liðug fer skúðgongan niðan aftur undir Tinghúsið, har ólavsøkukórið syngur áðrenn løgtingið verður sett.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV