- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa arbeiðsloysisstuðulin við sær
Tey, sum hava verið í Danmark og fingið sær útbúgving, kunnu flyta aftur til Føroya og hava danska arbeiðsloysisstuðulin við sær í tríggjar mánaðir.
Tað er avtalað við danskar myndugleikar, og skrivað verður undir avtaluna í summar, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni.
Avtalan er gjørd fyri at bøta um møguleikarnar hjá nýútbúnum føroyingum at finna sær starv her á landi.
Hetta segði Kaj Leo Holm Johannesen í tí partinum av røðuni, sum snúði seg um tilflyting og fráflyting.
Fráflytingin er framvegis størri enn tilflytingin, men løgmaður heldur seg síggja glottar og nevndi, at fleiri flyta heimaftur, og tey, sum flyta av landinum, fækka.
Eitt annað, ið ber rætta vegin, er, at fyri fyrstu ferð seinastu tíggju árini er talið á kvinnum í aldursbólkinum 20 til 40 ár vaksið, segði løgmaður.