- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broytt mynstur á ólavsøku
Einaferð streymaðu havnarfólk út úr býnum á ólavsøku og leitaðu sær ístaðin til gistingarhús kring landið at finna sær frið. Hetta gav svongum gistingarhúsum góðar dagar á ólavsøku. Soleiðis er ikki longur, uttan at gistingarhúsini bløða av tí orsøk, heldur tvørturímóti, so blómar vinnan.
Vit hava ringt til nøkur av gistingarhúsunum kring landið, Gjáargarð, 62 Norð við flogvøllin og Klaksvíkar Sjómansheim, sum øll siga tað sama. Hotel Norð á Viðareiði hava vit eisini tosað við, men tað hotellið verður leigað til Articon í sambandi við tunnilsarbeiði. Har hava tey tó somu fatan sum hini fyri tey undanfarnu árini - meðan hotellini vóru á tremur við havnarfólk um ólavsøkumundið fyri nøkrum árum síðan, so eru gestirnir í dag so at siga bert útlendingar.
Tað er ikki tí at útlendingar hava troðkað havnarfólkini burtur, men heldur tí at nógv fleiri útlendingar eru í landinum, samstundis sum havnarfólk heldur vilja vera í Havn á ólavsøku í dag enn áður, ella tí tey leita sær út um landoddarnar.
Øll gistingarhúsini hava eisini merkt, at sesongin er longd munandi seinastu árini. Áður byrjaði sesongin í juni mánaði og vardi so kanska nakað inn í august. Í dag byrjar virksemið av álvara í mai mánaði og endar ikki fyrr enn í september.