Søguligur sigur til Víking - ein millión í kassan

Søguligur sigur til Víking - ein millión í kassan
Víkingur skrivaði hóskvøldið søgu, tá liðið sum fyrsta føroyska lið spældi seg víðari til triðja umfar í evropeisku fótbóltskappingini
Víkingur skrivaði hóskvøldið føroyska fótbóltssøgu, tá felagið spældi seg víðari til triðja umfar í evropeisku fótbóltskappingini við einum 2-1 sigri á Tromsø á útivølli
Mynd: nordlys.no  
 
25.07.2014 - 07:22

Víkingur vann hóskvøldið 2-1 móti norska liðnum Tromsø á útivølli. Í hálvleikinum var støðan 0-0. Beint fyri hálvleik varð ein Tromsø-leikari vístur av vølli, so Víkingur í seinna hálvleiki hevði ein mann meira.

Tað var kortini Tromsø, sum kom á odda 1-0 stutt inn í seinna hálvleik, men Víkingur fall ikki í fátt. Bara tíggju minuttir seinni javnaði Bárður Hansen til 1-1. Og tólv minuttir fyri leiklok avgjørdi Hallur Hansson dystin, tá hann við góðum skoti skoraði til 2-1 til Víking.

Víkingur skal í triðja umfari møta Rijeka úr Kroatia. Fyrri dysturin verður longu um eina viku, hósdagin tann 31. juli í Føroyum. Talan verður um trupla uppgávu, sigur Sigfríður Clementsen.

Tað lønar seg eisini fíggjarliga hjá Víkingi at spæla seg víðari í kappingini, tí fyri tað fær Víkingur beint omanfyri eina millión krónur aftrat í kassan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564