Stívd, sneidd og snøggað til ólavsøku

Stívd, sneidd og snøggað til ólavsøku
Tórshavnar kommuna heitir á allar borgarar í kommununi at snøgga trø og runnar, sum standa við út móti almennum vegi
 
18.07.2014 - 10:17

Trøð og runnar móti gøtu, vegi og almennum øki skulu klippast, sigur Tórshavna Kommuna.

Løgreglan kann eftir samráð við kommununa krevja, at trø og runnar og annar vøkstur verða stívd, sneidd ella snøggað, um ein ikki ger tað sjálvboðin. Um boðini ikki verða aktað, kann arbeiðið verða gjørt fyri rokning grundeigarans.

Klipt skal verða ájavnt við mark, yvir gongu- og súkklubreyt skal fríhæddin vera 2,5 metrar. Hæddin yvir koyrivegi skal vera 4,2 metrar - og tá skal fyrivarni takast fyri, at regn kann tyngja greinarnar niður, skrivar Tórshavnar kommuna á síni heimasíðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749