- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víkingur til Tromsø
Víkingur skal spæla ímóti norska felagnum, Tromsø, í øðrum undanumfarinum í Evropa league kappingini.
Víkingur spældi í gjár 1-1 javnleik móti FC Daugava úr Letlandi, og tað hevði við sær, at Víkingur fór víðari við samanløgdum 3-2 sigri.
Norska mótstøðuliðið, Tromsø, spælir í næstbestu norsku deildini. Teir fluttu niður í fjør, men vóru millum feløgini í Evropa sum fingu fægst kort, og tí komu teir við í Evropa League gjøgnum Fair Play skipanina hjá UEFA.
Tromsø er í løtuni á øðrum plássi í næstbestu norsku deildini, og teir spældu seg sannførandi víðari úr fyrsta undanumfarinum í Evropa League. Norska felagið vann samanlagt 13-1 á FC Santos Tartu úr Estlandi. 7-0 og 6-1 endaðu dystirnir.
Víkingur og Tromsø spæla dystirnar 17. og 24. juli.