Týskland knústi øll met

Týskland knústi øll met
Eina rúgva av metum ruku, tá Týskland knústi Brasil í hálvfinaluni
 
09.07.2014 - 06:41

Við 7-1 sigrinum á vertstjóðini Brasil, setti Týskland samstundis eina rúgvu HM-metum

Metini vórðu eru nógv, at fleiri miðlar hava umrøtt knúsandi stórsigurin sum váta dreymin hjá einum og hvørjum hagfrøðingi.

 

Størsta brasilska tapið

1-7 tapið hjá Brasil fyri Týsklandi er teirra størsta í næstan 100 ár. 18 september í 1920 tapti Brasil 0-6 fyri Uruguai.

 

Størsta tap á heimavølli

Tapið fyri Týsklandi er sjálvsagt eisini tað størsta á heimavølli. Vit skulu aftur til januar í 1939 fyri at finna eitt tap, sum nøkunlunda kann samanberast. Tá tapti Brasil 1-5 fyri Argentina.

 

Fyrsta tap á heimavølli í 38 ár

Brasiliumenn eru tiltiknir fyri at vera suverenir á heimavølli. Tapið fyri Týsklandi var tað fyrsta á brasilskum vølli í 38 ár. Í 1975 tapti Brasil fyri Peru. 

Brasil hevði spælt 64 heimadystir á rað uttan at tapa, áðrenn týskararnir knústu teir í gjárkvøldið.

 

11 mál ígjøgnum

Eitt annað negativt met, sum bleiv útjavnað er, at nú eru skotin 11 mál ímóti Brasil í hesi HM-kappingini. Tað er ikki hent síðani HM í 1938.

 

Størsta tap hjá vertstjóð

1-7 tapið fyri Týsklandi er tað størsta sum ein HM vertstjóð nakrantíð hevur verið fyri. Higartil størsta tapið hjá eini vertstjóð var frá 2010, tá Suðurafrika tapti 0-3 fyri Uruguai.

 

Fimm skjót mál

Týskland skeyt fimm mál upp á 29 minuttir í gjárkvøldið, og tað er nýtt met. Gamla metið átti Jugoslavia, sum í 1974 skey fimm mál upp á hálvan tíma í 9-0 sigri á Zaire.

 

Miroslav Klose

Týski áleyparin Miroslav Klose skoraði eitt mál í gjár, og tað hevði við sær, at hann er mest skorandi leikarin í HM-høpi nakrantíð. Miroslav Klose hevur tilsamans skotið 16 mál í HM-endaspølum. Hann hevur luttikið í fýra.

 

Flest mál skotin í hálvfinalu

Nógv onnur met vórðu tikin í gjár, og vit hava tey neyvan øll. Einki annað lands hevur skotið sjey mál í einari HM hálv-finalu. Týskland skeyt tó seks í 1954, tá teir vunnu 6-1 á Eysturríki.

 

Átta HM-finalur

Týskland er í síni áttandu HM-finalu, tað hevur einki annað land megnað.

 

223 mál

Og fyri at enda við salti í brasilska sári, so eigur Týskland nú metið fyri flest mál skotin í øllum HM endaspølum tilsamans.

Við sínum sjey málum í gjár, kom Týskland upp á tilsamans 223 mál. Gamla metið var 221 mál, og tað átti - ja júst so-, Brasil.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564