- Tíðindi, mentan og ítróttur
Golfvøllurin fer í løgtingið
Landsstýrið kann ikki hjálpa Tórshavnar kommunu at leiga lendið til golfvøll á Glyvursnesi uttan loyvi frá løgtinginum.
Løgtingið skal geva landsstýrinum bæði heimild og eykajáttan.
Lagt fram á ólavsøku
Málið kemur í løgtingið eftir ólavsøku, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Fiskimálaráðið hevur biðið Landsverk um ein frágreiðing um, hvørji arbeiðið skulu gerast í sambandi við golfvøllin, so sum vegargerð.
Sambært lógini um landsjørð kann Búnaðarstovan taka aftur nýtslurætt frá festara til lendi og leiga kommunu lendið til almannagagnligt endamál. Men kommunan skal afturfyri rinda endurgjald fyri millum annað vetrarbit og annan fíggjarligan miss hjá festaranum.
Tórshavnar kommuna vil hava landið at vera við í endurgjaldinum, tí kommunan heldur, at ein golfvøllur kemur øllum landinum til góðar, millum annað ferðavinnuni. Tórshavnar kommuna heldur, at landið eigur at lata lendið, og so ger kommunan golfvøllin.
Tíggju milliónir
Landsstýrið er sinnað at vera við, men spurningurin er ikki avgreiddur í landsstýrinum enn. Sambært tí, sum higartil er upplýst, verður endurgjaldskravið okkurt um tíggju milliónir krónur.