- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víkingur til Litava
Víkingur til Litava
Víkingur skal spæla móti FC Daugava úr Litava í Evropa League kappingini
23.06.2014 - 12:31
FC Daugava, sum Víkingur fekk í lutakastinum,. kom ikki væl frá tí, tá teir luttóku í Evropa League í fjør.
FC Daugava tapti samanlagt 1-11 fyri svenska IF Elfsborg. Dysturin í Litava endaði 0-4 og í Svøríki bleiv tað 1-7.
Víkingur spældi seg í fjør víðari í hesi somu kapping, og tað kann væl hugast, at teir gera tað aftur í ár.
FC Daugava er í løtuni á triðja plássi í landskappingini í Litava. Teir hava fingið 35 stig í 17 dystum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV