- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki sum at siga tað at útflyta heilivág
Bæði í Íslandi og í Danmark eru kundar, sum vilja keypa heilivág úr Føroyum. Tær vilja hava Apoteksverkið at gera ávís sløg av heilivági fyri seg.
Men tað er ikki bara sum at siga tað, verri enn so.
Ísland er við í EBS-samstarvinum millum ES og EFTA-londini. Og tann sáttmálin er oman fyri Hoyvíkssáttmálan millum Føroyar og Ísland. Sambært EBS-samstarvinum eru Føroyar triðjaland.
Felagsnevndin viðger málið
Felagsnevndin hjá Føroyum og Íslandi viðvikjandi Hoyvíkissáttmálanum hevur fund í Reykjavík hósdagin, og tá er útflutningurin hjá Apoteksverkinum á skránni.
Íslendski ráðharrin segði, at semja er í íslendsku stjórnini um hetta málið. Málið um útflutning til Danmarkar var á skránni fyri ríkisfundin í Føroyum í síðstu viku. Danska heilsumálaráðið metir eisini Føroyar at vera triðjalands sambært EBS-sáttmálanum.
Stendur i avrikssáttmálanum
Í avrikssáttmálanum millum Apoteksverkið og Heilsumálaráðið fyri 2014, stendur, at "meðan tilgongdin fyri endaligu góðkenningini stendur fyri, verða møguleikar fyri útflutningi av heilivági kannaðir og møguligar handilsforðingar beindar av vegnum."
Um ársskiftið koma eftirlitsfólk frá danska heilsustýrinum at kanna framleiðsluna hjá Apoteksverkinum. Er alt í lagi, fær Apoteksverkið góðkenning at gera heilivág. Sum er, hevur Apoteksverkið undantaksloyvi at gera heilvág.
Kjartan Mohr, landsapotekari, sigur, at hann væntar, tað fer at bera til at útflyta heilivág til Íslands og Danmarkar.