- Tíðindi, mentan og ítróttur
Virkið á Eiði verður helst selt
Alt bendir á, at fiskavirkið á Eiði, sum hevur ligið stilt tað mesta av einum ári, nú verður selt. Tað skrivar in.fo.
Útnorðurgrunnurin eigur virkið, men stjórin í grunninum, Sverri Hansen, vil ikki vátta, at virkið er selt.
Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, vil heldur ikki vátta, at virkið er selt, men sigur, at kanska er okkurt í umbúna.
Kommunan eigur undirlendið
Tað er Eiðis kommuna, sum eigur havnarlagið, og sostatt eisini lendið undir virkinum.
Grímur Hammer, formaður í Arbeiðsmannafelagnum á Eiði, sigur, at tey vita einki ítøkiligt um, at virkið nú verður selt, men vegna limir sínar sigur hann seg vóna, at virksemið aftur verður á fyrrverandi Norðís.
- Vit hava nakrar limir á Bátafiski á Eiði, men vit høvdu enn fleiri á Norðís. Vit hava eisini nakrar limir, sum eru arbeiðsleysir, og tí vóna vit, at virksemið skjótt verður aftur á fiskavirkinum, sigur Grímur Hammer við in.fo.