Johan Dahl krevur bíligari ferðaseðlar

Johan Dahl krevur bíligari ferðaseðlar
Í dag fer Atlantsflog at almannakunngera, hvussu framtíð felagsins verður skipað
 
18.06.2014 - 07:55

Dagin fyri stóra framløgudagin hjá Atlantic Airways gjørdi eigari felagsins enn eina ferð vart við, at felagið eigur at lækka prísirnar.

Í røðu sínari í gjár, tá nýggja farstøðin hjá Vága floghavn varð tikin í brúk, segði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at tað er ein greið væntan, at nýggju umstøðurnar hjá flúgving upp á Føroyar í seinasta enda skulu bera í sær bíligari flogferðir til føroyingar og føroyskar fyritøkur.

Varð kunnaður mánadagin

Johan Dahl segði, at bíligari flogferðir hava nógv størri týdning enn tey flestu geva sær far um.  Johan Dahl fekk seinnapartin mánadagin kunning um nýggju strategiina hjá føroyska flogfelagnum. 

Hann avdúkaði kortini einki um hana í røðu sínari seinnapartin í gjár, týsdagin, heldur ikki, um bíligari ferðaseðlar eru við í ætlanunum.   

Í dag klokkan hálvgum eitt fer Atlantic Airways at almannakunngera, hvussu framtíð felagsins verður skipað.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035