- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flúgva til Skotlands og Mallorca
Nú verður bíligari at flúgva á rutuni millum Vágar og Keypmannahavn. 20 ferðaseðlar á hesi rutuni verða seldir fyri 799 kr. hvønn vegin, og tá eru øll avgjøld íroknað. Treytin fyri at fáa henda prísin er, at ferðaseðilin er bílagdur 60 samdøgur frammanundan.
Seinastu árini hevur London verið partur av rutunetinum hjá Atlantsflogi, men nú verður í staðin flogið til Aberdeen í Skotlandi. Flúgvingin til Bergen og Reykjavík heldur fram.
Barcelona er væl umtókt ferðamál hjá føroyingum, og rutan hagar verður eisini varðveitt, men Kringvarpið skilir, at Atlantsflog nú eisini fer at flúgva beinleiðis til Mallorca.
Í hesi løtu kunngera Jens Holme, stjóri, og Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, nýggju ætlanirnar fyri flogfelagið á tíðindafundi í Vágum.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.