- Tíðindi, mentan og ítróttur
Endurgjaldskrøv móti Eik endað í Landsrættinum
1.juli fer Eystari Landsrættur at fella dóm í tveimum sakarmálum um endurgjaldskrøv móti Eik Banka viðvíkjandi tryggu virðisbrøvunum, sum Kaupting seldi í Føroyum.
Landsrætturin viðgjørdi málini mánadagin og í gjár. Enn eru bara hesi bæði málini roynd í rættinum.
Men tíggju fólk, stovnar og fyritøkur, sum mistu pengar av sonevndu tryggu virðisbrøvunum, sum Kaupting seldi, hava stevnt eftir millum 17 og 18 mió. kr. fyri at bróta fyrningarfreistina, sigur Brandur Ellingsgaard, advokatur. Fleiri enn tey tíggju vendu sær til hansara, men nøkur avgjørdu ikki at stevna, sigur hann.
Fekk ikki viðhald
Sólborg Dulavík skeyt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, tí hon fekk ikki 288.000 kr., sum hon heldur seg eiga til góðar hjá Eik Banka, sum yvirtók Kaupting Banka í 2007.
Føroya rættur segði, at Eik heftir ikki fyri tryggu virðisbrøvini sum Kaupting seldi føroyingum. Og tí varð Sólborg Dulavík dømd at gjalda Eik Banka 33.000 kr. í sakarmálskostnaði.
Men Føroya rættur segði, at Poul Michelsen skuldi hava 318.000 kr. í endurgjaldi umframt rentu. Tær fær hann, tí ein ráðgevi hjá Eik Banka í 2008 ikki ávaraði hann móti virðisbrøvunum í Lehmann Brothers, sum tá var farin at ridla. Tann 14.juli í 2008 mælti ráðgevin Poul Michelsen til ikki at sleppa sær við virðisbrøvini. Tveir mánaðir seinni fór Lehmann á heysin.
Ófullfiggjað ráðgeving
Føroya rættur sigur, at ófullfíggjaða ráðgevingin, sum Poul Michelsen fekk frá Eik Banka, gjørdi, at hann misti sínar pengar. Og Eik heftir fyri sín ráðgeva og skal tí gjalda Poul Michelsen 318.000 kr. og 33.000 kr. í sakarkostnaði.
Eik Banki góðtók ikki dómin, og vildi tí royna málið í Landsrættinum.