- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir skúlar flyta í Felagsskúlan á Oyrarbakka
Skúlarnir í Sunda kommunu verða nú lagdir saman.
Tað upplýsti Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, í samrøðu við Rás 2 í gjár, eftir tað varð endaliga samtykt á fundi í Sunda býráð.
Skúlin skal halda til á felagsskúlanum á Oyrarbakka. Sum er, ganga eldru næmingarnir í ymsu bygdunum í Sunda kommunu á Felagsskúlanum á Oyrabakka, og tey smærru børnini ganga í skúla í bygdunum, sum hoyra til kommuna. Men eftir summarfrítíðina í 2016 er ætlanin, at allir flokkar, frá 1. til 10 flokk, skulu vera undir somu lon á Oyrabakka.
Hetta er ein ætlan, sum arbeitt hevur verið við leingi.
Besta loysnin
- Vit halda, at hetta er tað rætta at gera. Og vit hava verið í bygdunum í kommununi og greitt frá ætlanunum, og vit hava fingið eina dygga undirtøku fyri at leggja skúlarnar saman, sigur Heðin Zachariasen.
Nýggjur skúli skal byggjast upp í verandi skúla, og skúlin fær eitt nýtt heiti, Skúlin við Streymin.
Skúlabussur skal koyra næmingarnir millum heimbygdirnar og skúlan, og bussleiðin verður væntandi boðin út í næstum.
Mentamálaráðið skal góðkenna ætlanina, áðrenn farið verður undir tilgongdina at leggja skúlarnar.