Gongdin í oljuvinnuni eigur at verða eftirmett

Gongdin í oljuvinnuni eigur at verða eftirmett
Oljuvinnufelagið mælir til, at ein ráðleggingarnevnd verður sett, sum eisini skal meta um avbjóðingarnar, verður olja funnin
 
17.06.2014 - 10:15

Oljuvinnufelagið mælir til, at ráðleggingarnevnd verður sett at eftirmeta gongdina innan oljuvinnuna. Tað skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.

Oljuvinnufelagið legði í farnu viku fram ársfrágreiðing sína. 

Framtíðar menning

Í henni mælir felagið millum annað til, at ráðleggingarnevnd verður sett at eftirmeta gongdina innan oljuvinnu higartil, og nevndin skal eisini veita ráð um framtíðar menning og viðgera tær avbjóðingar, sum fylgja við, um olja verður funnin í rakstrarverdum nøgdum á føroyska landgrunninum. 

Í frágreiðingini verður sagt, at ráðleggingarnevndin nýtist ikki at kollvelta vælvirkandi kolvetnislógina og leistin, hon er skorin eftir. 

Hinvegin skal hon taka upp spurningin um, hvussu vit menna okkum uppaftur meiri á hesi leið, og samstundis kann hon viðgera spurningin um, hvussu henda luttøka í altjóða oljuvinnu kann skipast í samljóði við virksemi heima í Føroyum. Avbjóðingin er at skapa felags fyrimunir fyri eina oljuvinnu og fyri føroyska samfelagið.

Marknaðarføra meiri
 
Oljuvinnufelagið tekur undir við, at meira verður gjørt burturúr at marknaðarføra føroyska landgrunnin fyri oljufeløgum fyri at fremja áhugan fyri áhaldandi leiting eftir kolvetnum. 

Felagið heldur, at peningurin til marknaðarføring átti at verið settur av á fíggjarlógini, heldur enn at brúkt verður burturav pengum, sum oljufeløgini hava játtað til førleikamenning í Føroyum, skrivar Vinnuhúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035