Fiskaðu 127.000 tons meiri í fjør

Fiskaðu 127.000 tons meiri í fjør
Enn vantar nakað í at røkka metárini, tá 600.000 tons vórðu fiskað
Samanborið við 2012 eru serliga nøgdirnar á sild, makreli og svartkjafti øktar
 
16.06.2014 - 10:34

Stórur vøkstur var í heildarveiðini í fjør, skrivar Hagstovan.

Í 2013 fiskaðu føroysk skip tilsamans  487 túsund tons á øllum leiðum. Tað eru 127 túsund tons meira enn í 2012, tá heildarveiðan varð 360 túsund tons. Samanborið við 2012 eru serliga nøgdirnar á sild, makreli og svartkjafti øktar, tilsamans um 145 túsund tons, meðan størsta minkingin var í veiðuni eftir upsa, um 10 túsund tons.  

Sjálvt um veiðan er økt munadi, so vantar nakað í at røkka nøgdunum  metárini 2003-07, tá heildarveiðan var um 600 túsund tons árliga. 

Orsøkin til stóru nøgdirnar tey árini var einamest, at føroysk skip tá fiskaðu nógvan svartkjaft. Frá at hava fiskað í miðal oman fyri 300 túsund tons av svartkjafti árini 2003-07, hevur veiðan av svartkjafti seinastu fimm árini í miðal verið um 50 túsund tons. 

Meiri svartkjaftur

Í fjør fiskaðu føroysk skip 83 túsund tons av svartkjafti. Kvoturnar av svartkjafti eru aftur vaksandi, so væntast kann, at nøgdirnar av svartkjafti næstu árini verða væl størri. 

Svartkjaftakvotan hjá føroyingum fyri 2014 er um 290 túsund tons, sum er umleið tvær ferðir so nógv sum í fjør

Størsti parturin av heildarveiðuni, 254 túsund tons, varð fiskaður í føroyskum øki, - tað er føroyski landgrunnurin og Føroya banki. - Harafturat verður nakað av veiðuni á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum roknað at verða veitt í føroyskum øki.

Av hesum 254 túsund tonsum í føroyskum øki vóru 86 túsund tons sild, 65 túsund tons svartkjaftur og góð 35 túsund tons makrelur.

Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið

Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2013 var Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið, har góð 148 túsund tons vóru fiskað, harav góð 108 túsund tons var makrelur.

Um 3/4 av heildarveiðuni í fjør er uppsjóvarfiskur. Av hesum er makrelur, - við góðum 145 túsund tonsum, tann størsti parturin. 

Botnfiskasløgini telja áleið 20 prosent av heildarveiðuni, og størsti partur av nøgdini - 32 túsund tons er toskur og góð 30 túsund tons upsi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035