Oljudálkingin: Kommunan spyr sakførarar til ráðs

Oljudálkingin: Kommunan spyr sakførarar til ráðs
Tvøroyrar kommuna hevur eisini sent fútanum og ákæruvaldinum spurninar um oljuroyndirnar á Trongisvágsfirði
 
13.06.2014 - 15:02

Tvøroyrar kommuna hevur sett seg í samband við sakførarar, sum skulu kanna, hvørjar møguleikar kommunan hevur at fara víðari við málinum um oljudálkingina á Trongisvágsfirði, upplýsir Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Kommunan fekk mikudagin at vita frá fútaskrivstovuni, at tað heldur ikki var olja frá niðurlendska skipinum, sum var á Trongisvágsfirði seint í september í fjør, sum dálkaði fjørðin.

Spurningurin er so, hvør skal hava rokningina? 

Trý skip vóru á Trongisvágsfirði, Smyril og tvey útlendsk skip, tá olja dálkaði fjørðin. Royndir vórðu tiknar av oljuni hjá øllum skipunum. Hon er síðani samanborin við oljuna á sjónum. Úrslitið er, at oljan stavar ikki frá teimum trimum skipunum.
Sambært kunngerð, kanst tú, um tú ikki finnur syndaran, býta rokningina fyri uppruddingina,  sum er hálv miljón krónur í hesum føri, helvt um helvt millum kommunu og havn. Tann møguleikan letur borgarstjórin á Tvøroyri Kommunu ikki fara aftur við borðinum, tí dálkingin var inni í eini landshavn, sigur hann.

Spyr fútan um oljuroyndirnar
 
Mikudagin sendi kommunan so fútanum og ákæruvaldinum spurningar um oljuroyndirnar. Kommunan vil vita, um oljuroyndirnar ikki eru tiknar á rættan hátt, um royndirnar eru goymdar í røttum íløtum og um oljuroyndirnar ikki eru goymdar nøktandi um tær so eru vorðnar ov gamlar.

Linda Hesselberg, ákæri, svarar aftur sama dag, at royndirnar eru tiknar eftir forskriftunum og goymdar í íløtum, sum eru ætlað til slíkar royndir. Men hon sigur seg ikki vera føra fyri at svara, um tað hálva árið, sum ein oljuroynd stóð í køliskápinum á politistøðini á Tvøroyri, kann ávirka góðskuna á royndini. 

Formliga svarið upp á oljuroyndina, sum stóð í køliskápinum í hálvt ár, er ikki komið. Tvøroyar Kommuna bíðar eftir tí, áðrenn avgerð verður tikin um, hvat so skal gerast í málinum.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035