- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um Anitu fer nú í rættin
Málið um Anitu fer nú í rættin
Reiðarin, skiparin og reiðaríið eru ákærd fyri at bróta kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini
12.06.2014 - 08:03
Ákæruvaldið hevur sent Føroya rætti ákærurit um garnaskipið Anitu. Reiðarin, skiparin og reiðaríið eru ákærd fyri at bróta kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini.
Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at talan er um seks brot á kunngerðina.
Vørn meldaði Anitu eftir at gørnini hjá skipinum vórðu drigin beint fyri páskir.
Hava trygd
Politiið hevur trygd í Anitu fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskap, sum ákæruvaldið hevur lagt hald á.
Talan er um 2,4 mió. kr.
Føroya rættur hevur ikki enn ásett dagin, tá ákærurnar móti reiðaranum, skiparanum og felagnum, sum eigur Anitu, skulu viðgerast.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV