ICES mælir frá at fiska hýsu næsta ár

ICES mælir frá at fiska hýsu næsta ár
Veiðutrýstið eftir toski á landgrunninum eigur at minka 23 prosent, og fiskiskapurin eftir upsa eigur at minka 44 prosent.
 
12.06.2014 - 11:49

Eingin hýsuveiða eigur at vera undir Føroyum næsta ár, og heldur ikki eigur toskur at verða fiskaður á Føroya Banka.

Veiðutrýstið eftir toski á landgrunninum eigur at minka 23 prosent, og fiskiskapurin eftir upsa eigur at minka 44 prosent.

Tað eru greiðu boðini frá ICES, sum júst hevur almannakunngjørt sína ráðgeving fyri m.a. føroysku botnfiskastovnarnar, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Eingin fiskiskapur síðani 2009

Føroyabanki grynri enn 200 m hevur verið stongdur fyri at kalla øllum fiskiskapi síðan 2009. Hóast stovnurin av toski á Føroyabanka tykist eitt vet frægari enn seinastu árini, so er enn langt frá tí støðinum, ið var árini 1996-2002. Mælt verður til, at eingin fiskiskapur skal verða loyvdur, fyrr enn stovnurin er komin upp á ella upp um tað, hann var í 1996-2002.

Gýtingarstovnurin av toski á landgrunninum hevur verið á sera lágum stigi síðan 2005, tí tilgongdin er lítið, og veiðitrýstið er stórt. Veiðitrýstið er minkað munandi síðan 2010, men av tí at gýtingarstovnurin er so lítil, verður mælt til minka veiðitrýstið enn meira - við 23%  samanborið við í fjør.

Gýtingarstovnurin minkaður

Gýtingarstovnurin av hýsu er støðugt minkaður síðani 2003, serliga av ov lítlari tilgongd øll hesi árini. ICES endurtekur tí tilmælið frá í fjør - eingin beinleiðis fiskiskapur eigur at verða eftir hýsu næsta ár, hjáveiðan í øðrum fiskiskapi skal verða so lítil sum møgulig, og ein ætlan eigur at verða gjørd fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur. 

Gýtingarstovnurin av upsa er minkaður nógv síðan 2005, serliga tí at veiðutrýstið hevur verið alt ov stórt. Hann tykist tó vaksa aftur, tí tilgongdin er frægari. Mælt verður til at minka veiðutrýstið 44%  samanborið við miðal veiðutrýstið seinastu trý árini, skrivar Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035