- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri lønir og fleiri løntakarar
Ì mai vórðu 625 milliónir kr. útgoldnar í lønum, og tað var tað sama sum í apríl.
Løninar hava síðani í fjør heyst lyft seg spakuliga uppeftir, úr 600 milliónum um mánaðin til nú at liggja um 620 milliónir um mánaðin, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Fyrstu fimm mánaðirnar í ár vórðu 130 milliónir kr. útgoldnar enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 4,5 prosent.
Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men størsta framgongdin er í ídnaðarbólkunum, bygging 10,6% og fiski- og alivinna 7,6%.
Fleiri løntakarar
Samstundis eru fleiri løntakarar í Føroyum.
Í mars vóru 23.909 løntakarar í Føroyum, tað er tað mesta í meira enn trý ár.
Tað hava ikki verið yvir 24.000 løntakarar síðan oktober 2010, sum var tíðarskeiðið beint áðrenn stóru húsagangirnar í fíggjar- og fiskivinnuni, skrivar Hagstovan.