- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jan Rasmussen verjir ritgerð um CTD týsdagin
Týsdagin 17. juni kl. 13 fer Jan Rasmussen, lækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, at verja Ph.D.-ritgerðina hjá sær um CTD-verkætlanina. Ritgerðin er úrslit av kanningararbeiði seinastu trý árini. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein Ph.D. verkætlan í læknafrøði verður vard á Landssjúkrahúsinum.
Fyrst hevur Jan Rasmussen framløgu í 45 minuttir um úrslitini frá verkætlanini um CTD, og síðani fáa próvdómararnir høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum.
Próvdómarar til verjuna vera Gunnar Gislason, professari, og Jacob Møller, úr Danmark og Nicola Longo, professari úr USA.
Lisið síðani 2011
Jan Rasmussen hevur verið innskrivaður á lærda háskúlanum í Keypmannahavn sum Ph.D. lesandi síðani 2011, og hevur samstundis verið fast knýttur at Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Granskingarráðið og privatur stuðul hava fíggjað verkætlanina.
Verjan er almenn, og øll áhugaði eru vælkomin í Veitsluhøllini, Eirargarður 7 á Landssjúkrahúsinum. Verjan verður á enskum máli, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni.