- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jan Rasmussen verður PhD í CTD
Munur er á ymisku sløgunum av CTD í Føroyum, men tað er bert tað eina slagið, ið elvir til álvarsom sjúkutekin og deyðsføll.
Tað verður staðfest í eini grein, sum Jan Rasmussen, lækni á Landssjúkrahúsinum, saman við øðrum hevur skrivað. Greinin um CTD er almanna-kunngjørd í einum altjóða granskingar-tíðarriti fyri evnaskiftis-og ílegusjúkur.
Jan Rasmussen hevur granskað CTD sjúkuna í nøkur ár og er komin til ta niðustøðu, at tað er tað eina slagið av CTD, nevnt N 32 S skrástrika N 32 S, ið elvir til lægstu karnitin-virðini hjá føroyskum CTD sjúklingum.
Hetta eina sjúkuslagið elvir eisini til lægsta virkni av karnitin-transportaranum, nevndur OCTN2.
Tískil tykist tað at vera ein samanhangur millum vánaliga virknið á karnitin-transportaranum, lágu karnitin-virðini og álvarsligu árini hjá CTD sjúklingunum við serliga sjúkuslagnum N 32 S skrástrika N 32 S, stendur í greinini - skrivað við grundarlagi í CTD granskingini.
Jan Rasmussen fer 17. juni at verja PhD riterð um granskingararbeiðið sítt innan CTD, sum hann hevur gjørt við stuðli úr Granskingargrunninum og í samstarvi við "Institut for klinisk medisin" á universitetinum í Keypmannahavn.