Íleggingargrunnurin 150 mió. í avlopi í fimm ár

Íleggingargrunnurin 150 mió. í avlopi í fimm ár
Útlánini í løtuni eru góðar 405 milliónir kr.
Palli Ziskason er formaður í Íleggingargrunninum
 
07.06.2014 - 14:01

Íleggingargrunnurin hevði 26 milliónir kr. í avlopi fyri skatt í fjør. Seinastu fimm árini hevur avlopið verið tilsamans 150 milliónir kr. Grunnurin hevur goldið tilsamans 27 milliónir í skatti, og sostatt hevur samlaða úrslitið eftir skatt hesi fimm árini verið 123 milliónir kr., skrivar Vinnuvitan.foÍ 2009 var eginognin í

Íleggingargrunninum 522 milliónir. Hetta var, eftir at 365 milliónir kr. vórðu tiknar úr grunninum til at útbyggja flogvøllin. 

Við árslok í fjør var eginognin vaksin 95 milliónir, upp í 617 milliónir. At alt avlopið seinastu árini ikki er lagt afturat eginognini, kemst av, at 28 milliónir kr. vórðu tiknar úr Íleggingargrunnin aftrat í fjør til at beina burtur gamla dynamittið á flogvøllinum. 

400 mió. kr. læntar út

Útlánini eru í løtuni góðar 405 milliónir. Stóru útlánini eru farin til nýggj flogfør hjá Atlantsflogi, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Íleggingargrunnurin hevur harumframt 210 milliónir kr. í tøkum gjaldføri.

Sambært Vinnuvitan.fo fingu nevndarlimirnir í Íleggingargrunninum tilsamans 240.000 krónur í samsýningum í fjør. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035