Vágbingar ætla at keyp skip til uppsjóvarfisk

Vágbingar ætla at keyp skip til uppsjóvarfisk
Asbjørn Senior er komin til Føroya, men keypið er ikki endaliga avgreitt
Mynd: shipspotting.com  
 
04.06.2014 - 10:42

Á middegi mánadagin kom danska nótaskipið Asbjørn Senior á Havnina úr Hirtshals. Og í morgun fór Asbjørn Senior til Kollafjarðar at liggja.

Ætlanin er at keypa skipið til Føroya at fiska uppsjóvarfisk.

P/f South Pelagic í Vági, sum eigur Grunnabarð, ið hevur royndarloyvi at fiska hvítingsbróðir til hálvan juli, hevur, sambært in.fo, arbeitt við at fáa Asbjørn Senior í føroyska flotan, og felagið hevur søkt um loyvi at fiska uppsjóvarfisk.

Hava stovnað nýtt partafelag

Í síðstu viku varð so nýtt partafelag stovnað í Vági, P/f Baglhólmur, við sama endamáli sum South Pelagic, millum annað at reka skip. Nevndarformaðurin í South Pelagic, Finnbjørn Poulsen, og stjórin, Aleksander Nordenskjold Vilhelm, stovnaðu Baglhólm, og teir eru ávikavist nevndarformaður og stjóri í tí felagnum eisini. 

Aleksander N. Vilhelm hevur ongar viðmerkingar enn. Hann sigur, at eitt tíðindaskriv kemur seinni í dag. Asbjørn Senior er ikki keyptur enn, men tað er um tað lagið, skilst. 

Grunnabarð fiskaði bæði makrel og sild í fjør. Thor keypti skipið, tí Thor hevði loyvi at fiska uppsjóvarfisk. Men nú eigur South Pelagic aftur Grunnabarð.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035