- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvær milliónir bíligari at reka Vágs kommunu
Tað kostaði 1,8 milliónir kr. minni at reka Vágs kommunu í fjør, enn mett var, tá fíggjarætlanin varð gjørd.
Tað vísir ársroknskapurin hjá kommununi.
Inntøkurnar hjá Vágs kommunu vóru slakar 40 milliónir kr., nakað meir enn mett var.
Íløgur fyri 5,4 mió. kr.
Í fjør gjørdi Vágs kommuna íløgur fyri 5,4 mió. kr. Høvuðsíløgan var í liðugtgerð av nýggja dagstovninum Eikilund inni á Bakka, sum læt upp í mai. Í fjør vóru harumframt eisini gjørdar íløgur á havnarlagnum, m.a. í nýggjar pullartar og fendarar, tí Norrøna sigldi á Vág.
Á fíggjarætlanini fyri 2013 vórðu settar 32,2 mió. kr. av til raksturin, men tá avtornaði, kostaði tað 30,4 mió. kr. at reka Vágs kommunu í 2013, ella 1,8 mió. kr. minni enn mett í fíggjarætlanini.
Við árslok 2013 var lániskuldin hjá Vágs kommunu 41,4 mió. kr. Kommunan rindaði í 2013 umleið 1,5 mió. kr. í rentum. Hon rindar 4,9 mió. kr. í árligum avdráttum, og í ár fer skuldin væl niður um eina eina ársinntøku.