- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trýsttangin verður fluttur á Landssjúkrahúsið
Trýsttangin verður fluttur á Landssjúkrahúsið
Heilsumálaráðið rindar flutningin, men Vørn skal fyribils rinda rokningina fyri gjkd til læknar, sum skulu vera á vakt
04.06.2014 - 11:48
Trýsttangin hjá kavarum verður nú fluttur á Landssjúkrahúsið at standa.
Kavararnir eru í verkfalli, tí trýsttangin vegna vantandi fígging er ikki longur virkin, og fyrrapartin hevur málið um trýsttangan verið fyri á landsstýrisfundi.
Semja varð gjørd um, at tangin nú skal flytast av Sandvíkarhjalla á Landssjúkrahúsið, og at Heilsumálaráðið rindar fyri flutningin.
Stríð hevur verið um rokningina fyri gjøld til læknar, sum skulu vera á vakt, men har hevur landsstýrið gjørt eina fyribilsavtalu um, at Vørn í nakrar mánaðir rindar ta rokningina, til ein endalig loysn er funnin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV