- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú kann Juan Carlos leggja frá sær
Embætisfólk í sponsku umsitingini hava nú gjørt neyðugar broytingar í lógini, so Juan Carlos, kongur kann leggja frá sær, og sonurin taka við.
Nú skal tjóðartingið samtykkja broytingina.
76 ára gamlu Juan Carlos boðaði óvæntað mánadagin frá, at hann ætlar at leggja frá sær sum kongur.
Stórur meiriluti fyri
Tjóðartingsformaðurin í Spania sigur, at ætlanin er, at tjóðartingið skal umrøða broytingarnar 11. juni, og síuðani fara uppskotið í senatið, ella yvirhúsið, sum endaliga skal samtykkja broytingarnar.
Altjóða tíðindastovurnar skriva, at ein stórur meiriluti verður fyri at broyta lógirnar. Ætlanin er at uppskotini skulu vera endaliga samtykt 18. juni, so Juan Carlos kann leggja frá sær.
Blaðið El Pais skrivar, at ætlanin er, at Felipe krúnprínsur skal krýnast sama dag. Tjóðartingsformaðurin sigur, at tann dagurin ikki er ásettur.