- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er Útflutningsráðið mannað
Løgmaður hevur tilnevnt sjey fólk at manna Útflutningsráð Føroya næstu tvey árini.
Teir eru Símun P. Jacobsen, Marita Rasmussen, Bárður Enni, Pól Huus Sólstein, Alda Joensen, Ásmundur Guðjónsson og Guðrun Rógvadóttir.
Seks av limunum eru tilnevndir eftir tilmæli frá Vinnuhúsinum, Vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum og Fiskimálaráðnum.
Útflutningsráð Føroya er sett á stovn fyri at stuðla uppundir og betra um marknaðaratgongd og kappingarføri hjá føroyskum vørum og tænastum. Útflutningsráðið skal veita løgmanni og uttanríkistænastuni ráð um handilspolitikk, handilssáttmálar, handilspolitisk átøk og annað, so vinnan fær bestu karmar at virka undir í viðurskiftunum við onnnur lond.