- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heini andmælingur á ráðstevnu um mannarættindi
Heini í Skorini verður andmælingur/opponentur á stórari mannarættindaráðstevnu í Istanbul seinni í hesum mánaðinum.
Tað skrivar Fróðskaparsetrið.
Ráðstevnan verður í turkiska býnum, og heimsumfatandi fakfelagsskapurin fyri gransking í altjóða politikki, International Studies Association, skipar fyri.
Nógvir granskarar við
Fleiri enn hundrað granskarar úr øllum heiminum verða við, og Heini verður við sum partur av einum toymi av granskarum úr Evropa og USA, sum varð skipað á danskastovninum fyri mannarættindi í Keypmannahavn í fjør summar.
Heini í Skorini, sum er í holt við eina ph.d.-verkætlan á King’s College London, og sum eisini hevur tillknýti til Fróðskaparsetrið, skal verður andmælingur/opponentur í tí eina panelinum. Hetta panelið fer at snúgva seg um, hvussu átrúnaður og átrúnaðarlig virði ávirka mannarættindapolitikk og altjóða lóggávu í ST